Seinastu dagarnar hava nakrir døglingar spælt sær á Kaldbaksfirði, og hava nógv fólk lagt leiðina framvið við vón um at síggja teir.
Men fólk eru ov óansin, tá tey steðga á og fara úr bilinum at hyggja, sigur løgreglan, sum heitir á bilførarar um at hugsa um ferðslutrygdina.
– Tað eru fleiri fráboðanir um, at tað er líka við, at fólk renna inn í afturpartin á einum bili, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
– Fólk mugu hugsa seg um, áðrenn tey steðga á ella koyra inn til síðuna og lata hurðanar upp.
Sí eisini: Myndir: Døglingar á Kaldbaksfirði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald