![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tríggir føroyingar fingu fyrr í summar prógv sum tannlæknar í Polandi. Hetta er fyrstu ferð, at føroyingar hava lokið prógv sum tannlæknar har.
Tey trý hava lisið á Pomeranian Medical University (Pomorski Uniwersytet Medyczny) í Szczecin (Stettin). Hetta er fyrstu ferð, at føroyingar fáa prógv sum tannlæknar á hesum universitetinum, og hildið verður eisini, at hetta eru fyrstu føroyingar yvirhøvur, sum fáa tannlæknaprógv í Polandi.
Tey trý eru Oluf Dam úr Miðvági, Berghild Müller Thomsen úr Skopun og Kristina Olga Olavsdóttir av Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald