Innanlands

Hava fingið væl omanfyri 800 undirskriftir

Framtakið fyri rættinum at velja kannabis hevur nú savnað nóg nógvar undirskriftir til at stilla upp til løgtingsvalið

Hallur Hjalgrímsson Djurhuus (Mynd: Facebook)

Hallur Hjalgrímsson Djurhuus (Mynd: Facebook)

2019-01-28 20:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Framtakið fyri rættinum at velja kannabis hevur nú fingið nóg nógvar undirskriftir til at kunna stilla upp til næsta løgtingsval, sigur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, formaður.

- Eg veit ikki akkurát, hvussu nógvar vit hava fingið, men tað er væl omanfyri 800 undirskriftir, sigur hann í samrøðu við Portalin.

Tað næsta verður, at undirskriftirnar verða latnar innlendismálaráðnum til góðkenningar. Í flokkinum eru tey vís í, at nóg nógvar av teimum verða góðkendar, so flokkurin kann stilla upp til næsta løgtingsval, sum skal vera í seinasta lagi 31. august, sigur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus.

Endamálið hjá flokkinum er at legalisera kannabis, fyrst sum heilivág, men seinni ætla tey eisini at arbeiða fyri, at kannabis verður frítt til annað brúk eisini.

Enn hevur flokkurin bert tvey valevni: Hallur Hjalgrímsson Djurhuus og Arnfinn á Birtuni. Flokkurin hevur tó samband við fleiri onnur, sum eru áhugað í at stilla upp.

- Vit fara ikki at gera nakran uppstillingarlista, áðrenn vit vita, um flokkurin sleppur at stilla upp, og tað er ikki vist, hvussu leingi tað fer at taka, sigur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder