Ein app við navninum Jodel, sum fyri tað mesta ung brúka, hevur eftir øllum at døma elvt til ótta millum lesandi á Glasi í kvøld. Hóast tað er farið so langt, at løgreglan er uppi í málinum, so hevur tað sum skilst ikki so nógv uppá seg.
Á løgreglustøðini í Havn vátta tey, at málið er meldað, men vilja annars ikki siga nakað serligt um málið.
Sum skilst er málið um eitt innlegg á appini Jodel, har samskifti ella viðmerkingar undir innlegginum, kundu mint um hóttanir, og tí valdi leiðslan á Glasi at melda málið til løgregluna.
Bogi Bech Jensen, skúlastjóri á Glasi, sigur í kvøld í telduposti til næmingarnar, at samskiftið á Jodel í kvøld hevur skapt ótryggleika hjá fleiri á Glasi í kvøld.
Dulnevnt samskifti á Jodel
Appin Jodel er gjørd soleiðis, at fólk í einum øki, til dømis Tórshavn, kunnu kjakast dulnevnd. Nógv ung brúka appina, og kjakið kann blíva ógvusligt, og tað, sum verður sagt, verður ikki altíð meint soleiðis - hetta ivaleyst tí fólk skriva uttan at leggja navn til.
Tað er helst tað, sum er hent í kvøld.
- Løgreglan kannar málið, og vendur aftur við síni niðurstøðu. Tit frætta nærri, tá vit hoyra aftur frá løgregluni, sigur Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi, til næmingarnar í telduposti í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald