Mentan

Jógvan Arge fer til Íslands við síni 9. krýniku

Umframt at siga frá fiskivinnu og útfóðri í Føroyum og Íslandi, so tekur 9. krýnikin í aftur húsagangin í 1992

2023-09-18 15:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

“Tey fóru til Íslands”, er 9. bókin í røðini - Mín krýnika - eftir Jógvan Arge. Ein fjølbroytt bók, sum mest sigur frá fiskivinnu og útróðri í Føroyum og Íslandi, frá 1870unum og til okkara dagar.

Eisini tekur Jógvan Arge í aftur húsagangin í 1992, ið eisini varð viðgjørdur í Mín krýnika 8. Marita Petersen sigur frá upplivingini at taka við sum løgmaður í einum trotabúgvi, sum danska stjórnin umsat. Eilif Samuelsen, Jógvan I. Olsen og Óli Jacobsen greiða frá sínum royndum í svárastu kreppu, ið hevur rakt Føroyar.

Men høvuðsdenturin í nýggjastu bókini er samstarvið millum Føroyar og Ísland. Eitt samstarv, ið báðir partar hava fingið nógv burturúr, og lært nógv av. 

Føroyski fiskiskapurin í Íslandi tók seg upp, stutt eftir at einahandilin var niðurlagdur í 1856. Bókin lýsir tíðarskeiðið, við frásagnum frá bæði kvinnum og monnum. 

Umstøðurnar broyttust hjá føroyska fiskiskapinum, tá Ísland fekk fullveldi í 1944. Íslendski flotin varð endurnýggjaður, og fleiri føroyingar fóru at sigla við íslendskum skipum, tey vánaligu árini í Føroyum í 1950unum.

Nógv var lagt fyri, og bókin gevur innlit í ræðandi vandaferðir orsakað av illveðri, frosti og kavaroki. Teir flestu vunnu heim, men ikki allir. 

Við spennandi frásagnum gevur bókin innlit í livikor í einum tíðarskeiði, har lívsvandi ongantíð var meira enn eina armslongd burturi.

Bókin fast í bókasølunum kring landið og kostar 299 krónur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder