Innanlands

Tóku ferð úr arbeiðsbili hjá timburfyritøku

Løgreglan brúkti snildir fyri at fáa fatur á ferðótangum

Løgreglan á Kambsdali fyrrapartin

Løgreglan á Kambsdali fyrrapartin

2023-09-27 19:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan gjørdi fyrrapartin ferðmátingar í Eysturoynni. Ikki við einum sivilum politibili ella vanligum politibili, men við einum vøruvogni hjá einari byggifyritøku.

Eysturoyarportalurin hevur skrivað um ferðmátingina, og sigur at fleiri eru tikin fyri at hava koyrt heldur skjótt.

Miðilin hevur eisini verið í samband við eigaran av JP Byggivirki, og har verður sagt at løgreglan hevur lænt bilin.

- Hvat løgreglan so nýtur bilin til, er upp til teir. Eg hava bara lænt teimum bilin, sigur eigarin við Eysturoyarportalin.

Hóast hetta kann tykjast sum ein fella, er hetta fult lógligt hjá løgregluni at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder