Innanlands

Verkfallið rakar ikki B7 á Landssjúkrahúsinum

Seingjardeildin B7 á Landssjúkrahúsinum verður ikki rakt av verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum byrjar mánamorgunin, tí deildin er í tí støðu, at tey fáa ikki mannað hana, sigur forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-09-30 14:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin varð boðað frá, at sjúkrarøktarfrøðingar fóru í verkfall mánamorgunin, og at tað fór at raka allar seingjardeildirnar á øllum trimum sjúkrahúsinum. Sjúkrahúsverkið bað um undantøk til allar deildirnar, og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur gingið teimum flestu á møti. Umframt hetta hevur felagið tikið aftur verkfallið á seingjardeildini B7.

Tað segði Óluva í Gong, forkvinna í felagnum við Útvarpið á middegi. Orsøkin er, at B7 er í tí støðu, at tey fáa ikki mannað deildina, sigur hon.

– Tað ber ikki til at koyra verkfall á B7.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava nú tikið støðu til allar umbønirnar um undanøk, og tær flestu umbønirnar eru gingnar á møti.

– Umbønirnar hjá Sjúkrahúsverkinum eru øgiliga realistiskar, sigur Ólavu í Gong.

Verkfallið byrjar mánamorgunin klokkan átta, og undantøkini eru galdandi til hósmorgunin klokkan átta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder