Um middagsleitið í gjár fekk MRCC boð um, at ein 27 fót glastrevjabátur hevði maskintrupulleikar stutt norður úr Risanum.
MRCC ætlaði at senda Rescue Vón á Eiði til hjálpar av tí at hann hevði stytsta leið at sigla, men tann báturin var ikki tøkur, og tí var avgerð tikin um at senda boð eftir Sverra, sum lá í Miðvági, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.
Sverri fekk boðini klokkan 12.23, og klokkan 12.45 fór hann av Miðvági og setti kós norður gjøgnum Vestmannasund.
Klokkan 15.15 boðaði Sverri frá, at teir høvdu fingið bátin trygt í havn á Eiði, og klokkan 17.17 boðaði Sverri frá, at teir vóru komin aftur til Miðvágs og vóru klárir til næstu uppgávuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald