Innanlands

Slapp ikki at keypa í Rúsuni - Brúkti harðskap móti starvsfólki

Fyrrapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um harðskap í Rúsuni í Havn – Løgreglan veit hvør tað er, sum hevur framt harðskapin, og næsta stig verður at seta seg í samband við viðkomandi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-10-01 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um ein harðskapstilburð, sum var farin fram í Rúsuni í Havn. Talan var um ein kunda, sum hevði framt harðskap móti einum starvsfólki.

Løgreglan upplýsir í morgun, at málið snýr seg um ein rúsdrekkaávirkaðan persón, sum gjørdist illur, tá hann bleiv noktaður at keypa í Rúsuni.

– Hetta hendi um 11-tíðina fyrrapartin í gjár, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

– Fyrst varð ringt at spyrja um vegleiðing um, hvussu tey skuldu fyrihalda seg, og tíðliga seinnapartin bleiv ringt aftur at melda málið.

Løgreglan hevur avhoyrt órættaða starvsfólkið, og eisini hava tey upptøkur frá vakmyndatóli, sum lýsa hendingina rættiliga væl. Tey hava enn ikki fingið fatur á viðkomandi, sum framdi harðskapin, men tey vita hvør tað er, og er næsta stigið hjá løgregluni at seta seg í samband við kundan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder