Innanlands

Heiðraðir fyri drúgva tænastu á brandstøðini

Hátíðarhald var í gjár í sambandi við at Tórshavnar sløkkilið hevur 90 ár á baki

Jákup Mortensen, t.v. og Hans Dávid Hansen hava verið í starvi hjá sløkkiliðnum í ávikavist 34 og 36 ár (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Jákup Mortensen, t.v. og Hans Dávid Hansen hava verið í starvi hjá sløkkiliðnum í ávikavist 34 og 36 ár (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-10-03 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár vóru 90 ár síðan at Tórshavn fekk brandstøð, og í hesum sambandi var samkoma hjá Tórshavnar sløkkiliðið, har tveir av starvsmonnunum har, Jákup Mortensen og Hans Dávid Hansen vórðu heiðraðir.

Les eisini: Tórshavnar Sløkkilið 90 ár

Um Jákup Mortensen, sum hevur verið 34 ár í starvi hjá sløkkiliðnum segði Heðin Mortensen, borgarstjóri:

- Tú vart upprunaliga útbúgvin fínmekanikari, og eins og pápi tín hevur tú hendurnar rætt skrúvaðar uppá. Tú hevur verið brandmaður síðan 1989. Nøkur ár arbeiddi tú hjá Føroya Tele, men vart eisini parttíðar brandmaður tá.

- Hetta við tí tøkniliga snildinum hevur helst ført til, at tú hevur havt ábygd av nógvum av teknisku amboðunum og eitt nú av andingartólunum.

- Hetta við góðu hondunum sæst eisini aftur í frítíðaráhuganum, eitt nú hetta við áhuganum fyri motorsúkklum. Fyri nógvar menn við tílíkum gávum er tað eitt einastandandi ítriv at fáast við tílíkt.

- Og tað er onki yvir at dylja, at tá tú ert farin í leðurklæðini og fer við súkkluni gjøgnum býin, so leggja vit øll merki til tað. Bæði kvinnur og menn.

- Vit kenna teg eisini frá frælsum ítrótti og judo. Vit hava eisini mangan sæð teg á uttanlandsferðum – eitt nú á Oyggjaleikum – saman við yngsta soninum.

- Jákup er sum Jákup er, siga starvsfelagarnir – men hann er bara fittur álíkavæl. Men í dag er tað hetta, at onkur hevur roknað út, at tú samanlagt hevur arbeitt her í eina triðingsøld.

- Og tað má hátíðarhaldast. Og í hesum førum fært tú eina 30-ára viðurkenning frá Tórshavnar kommunu.

Og um Hans Dávid Hansen, vara brandmeistaran, sum hevur verið 36 ár í starvi, segði borgarstjórin:

- Okkara maður úteftir við tí góðu útvarpsrøddini, sum altíð skilagóður dugir at svara og greiða frá, tá okkurt hendir. Hann er ongantíð ráðaleysur og væl skorin fyri tungubandinum.

- Hans David – tú byrjaði sum brandmaður tann 1. mars í 1987. Í 1998 bleivst tú liðleiðari og átaksleiðari, og frá 2002 hevur tú verið okkara varasløkkiliðsstjóri.

- Vit kenna teg í kommununi eisini sum ein av trúføstu sluppvinunum, tú ert ein av álitunum, sum tryggja, at Westward Ho ikki bara er í ordan, men verður reguliga brúkt og hildin við líka og røkir sína uppgávu sum skúlaskip og sum eitt flótandi maritimt fornminni.

- Og arbeiðið á sluppini røkir tú til fulnar, uttan mun til, um tú ert kokkur ella stýrimaður. Nú um heystið hevur tú eisini úr at gera, nú fjøllini eru gingin og tú tekur slaktið upp. Tí tú ert bóndasonur, ættaður úr bóndahúsinum í Toftum í Hósvík.

- Tú vart útbúgvin málari, men eftir at hava málað teg inn í eitt hjørn, skifti tú starv og fór at koyra krana og buss í nøkur ár, til tú komst á brandstøðina.

- Tú hevur tey seinastu nógvu árini starvast sum varasløkkiliðsleiðari og tænt fýra sløkkiliðsstjórum, Erlandi, Petur Seloy, Kartna og nú Heina. Eisini hevur tú tænt seks borgarstjórum,  Poul Michelsen, Lisbeth Petersen, Jan Christiansen, Leivuri Hansen, Anniku Olsen og Heðini Mortensen.

Teir báðir fingu handaða heiðursløn og blómur frá Tórshavnar kommunu.

Fleiri myndir á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder