Innanlands

Herverk gjørt á bát á Skála

Løgreglan ynskir at hoyra frá fólki, sum hava sæð okkurt illgrunasamt

2023-10-03 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um vikuskifti hava herverksfólk verið umborð á einum báti, sum stendur uppi á landi við Stórhúsveg á Skála, nærhendis skipasmiðjuni, til umvælingar.

Ymist er oyðilagt umborð á bátinum, har tey eitt nú hava kleiggjað um seg við bláari og gráari máling.

Løgreglan er tí áhugað at hoyra frá fólki, sum møguliga hava sæð okkurt illgrunasamt í økinum við Stórhúsveg. Herverkið er farið fram frá einaferð seinnapartinum hósdagin til á middegi í gjár, tá tilburðurin varð fráboðaður løgregluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder