Innanlands

Fýra umsóknir til skúlastjórastarvið í Vestmanna

Starvið verður sett frá 15. oktober ella so skjótt sum til ber

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-10-03 13:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjakvøldið á midnátt var freistin at søkja starvið sum skúlastjóri í Vestmanna skúla úti.

Og nú freistin var úti, hava fýra fólk søkt um at verða skúlastjóri í Vestmanna, skrivar Skúlablaðið.

Starvið sum skúlastjóri í Vestmanna varð lýst leyst í august. Anna Maria Reinert Jensen, sum tók við sum skúlastjóri í Vestmanna skúla í januar, tók í september við skúlastjórastarvinum í Hoyvíkar skúla.

Í Vestmanna skúla eru 169 næmingar í 1.-10. flokki. Skúlin hevur eisini serflokk, Melin, sum er eitt serligt skipað undirvísingartilboð. Í skúlanum starvast 21 lærarar og tveir námsfrøðiligir stuðlar. Starvið verður sett frá 15. oktober 2023 ella so skjótt sum til ber.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder