Uttanlands

Vrakið av horvna flogfarinum funnið

Eitt privat leitingarlið hevur funnið leivdirnar av flogfarinum, sum skuldi føra argentinska fótbóltsspælaran, Emiliano Sala, um Ermasund

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-02-04 07:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt bjargingarskip hevur nú funnið vrakið av flogfarinum, sum hvarv 21. januar yvir Ermasundi við argentinska fótbóltsleikaranum, Emiliano Sala, umborð.

Tað verður nú váttað av David Mearns, sum hevur staðið fyri eini privatari leiting í økinum. Hetta skrivar BBC.

- Familjurnar hjá Emiliano Sala og David Ibbotson eru kunnaðar av løgregluni. Bretska skaðanevndin fyri flogvanlukkur kemur við eini útsøgn í morgin, segði Mearns í gjár.

Flogfarið av slagnum Piper Malibu hvarv av radarunum nærhendis Ermasundsoyggjunum 21. januar.

Tað var familjan hjá Sala, sum heitti á David Mearns um at halda fram við leitingini, og tað tók honum ikki nógvar tímar av finna vrakið. Almenna leitingin støðgaði 24. januar, tá staðfest varð, at møguleikarnar at finna Sala og flogskiparan, David Ibbotson á lívi ikki vóru til staðar.

28 ára gamli argentinin var mánadagin 21. januar á veg til Wales, har hann júst hevði gjørt hálvtfjórða ára avtalu við felagið Cardiff, sum spælir í Premier League.

Á túrini setti Sala seg í samband við vinir, og greiddi frá, at trupulleikar vóru við flogfarinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder