Uttanlands

Fleiri túsund amerikansk herfólk send til markið

Skul støðga ólógligum tilflytarum

Ein tilflytari ger seg til reiðar at fara um Suchiate ánna millum Meksiko og USA (Mynd: EPA)

Ein tilflytari ger seg til reiðar at fara um Suchiate ánna millum Meksiko og USA (Mynd: EPA)

2019-02-04 08:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

USA sendir nú 3.750 herfólk afturat til markið til Meksiko at ansa eftir, upplýsir amerikanska verjumálaráðið, Pentagon.

Herfólkini skulu vara við markið komandi tríggjar mánaðirnar, har tey skulu stuðla tollarum og markavørðum, sigur Pentagon.

Hetta er ein munandi herðing av hernaðarstyrkini við markið. Frammanundan er talið av herfólkum um 600, skrivar Reuters.

Tað verður ikki greitt nærri frá, hví hernaðardubbingin við markið hendir júst nú.

Pentagon vildi í farnu viku ikki upplýsa hvussu nógv herfólk skuldu sendast til markið, tá tað var ein hoyring í verjunevndini hjá Umboðsmannatinginum týsdagin. Heldur ikki varð upplýst, hvat herfólkini skulu brúkast til.

Hósdagin skrivaði forsetin soleiðis á Twitter:

- Fleiri herfólk verða send til sunnara markið fyri at forða ólógligum innflytarum í stórum fylgjum at sleppa inn í okkara land. Vit hava fyrr støðgað hesum karavanum, og fara framhaldandi at gera tað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder