Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum byrjaði mánamorgunin, heldur fram, men undantøkini sum Sjúkrahúsverkið hevur fingið, vera eisini longd.
Tað upplýsti Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, fyri útvarpinum á døgurða.
Vit hava gingið stórt sæð øllum umbønunum á møti, og tað merkir at Sjúkrahúsverkið verður mannað stórt sæð sum vanligt um vikuskiftið, sigur Óluva í Gong.
Hon sigur, at verkfallið merkist væl á summum deildum, men á øðrum deildum merkist tað nærum ikki.
Undantøkini eru galdandi til týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald