Innanlands

Leif av Reyni til íslendska alivinnu

Hevur fingið starv hjá felagnum Arctic Fish í Vestfirðum

2019-02-05 15:54 Author image
Ingi Samuelsen

Leif av Reyni, sum í eitt áramál hevur staðið á odda fyri smoltframleiðsluni – fresh water manager – hjá Bakkafrost, fer nú í starv hjá íslendsku alivinnuni.

Morgunblaðið skrivar í dag, at Leif av Reyni er settur sum deildarleiðari hjá felagnum Arctic Fish, sum hevur aling á Vesturfirðum.

Føroyingurin skal standa á odda fyri menningini av smoltframleiðslu í Norður-Botni í Tálknafirði, har ein høvuðsuppgáva verður endurnýtsla, skrivar mbl.is. Starvsøkið hjá Leif verður eisini í Patreksfirði.

Leif av Reyni hevur seinastu átta árini verið stjóri fyri feskvatnsframleiðsluni hjá Bakkafrost, áðrenn tað hevði hann tilsvarandi starv hjá Vestlax. Hann hevur eisini havt leiðandi uppgávur hjá Fiskaaling og verið nevndarlimur í JT Electrics, sum framleiðir útgerð til alivinnuna. Leif av Reyni hevur eisini havt ráðgevarauppgávur í Kili og í sambandi við eina koppsetingarverkætlan fyri alifisk í Ghana.

Hann hevur lært til fiskifrøðing á lærdum háskúlum í Sogndal og Stirling. 

placeholder
placeholder