Innanlands

250.000 kr. sett av til ferðslutrygd við Glyvra skúla

Støðan kennist í kaotisk

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2019-02-06 16:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Glyvra skúli er ein av fýra í Runavíkar kommunu, har skúli verður hildin. Hinir eru Skúlin við Løkin í Runavík, Skála skúli og Oyndarfjarðar skúli. Skúlabygningar eru annars í Funningi, Funningsfirði, Elduvík, Skálafirði, Søldarfirði, Lamba og Rituvík – sum verða brúktir til onnur endamál, meðan teir eru niðurlagdir sum útbúgvingarstovnar. Gamli skúlin á Glyvrum er eisini ímillum hesar seinru.

Eitt mál, sum hevur verið undir luppinum í eina tíð, eru ferðsluviðurskiftini við Glyvra skúla. Tey mongu, sum aka framvið hesum skúlanum, serliga á morgni um átta-tíðina, vita, at støðan tíðum kennist kaotisk. Dygst við ein óvanliga nógv trafikeraðan høvuðsveg liggur í hesum førinum eitt vegamót, har skúlabussar, bussar í kollektivari ferðsluskipan, súkklandi næmingar, næmingar til gongu, foreldur sum flyta børn til og frá skúlanum og kennarar í starvi koma og fara um somu tíð.

Samskifti hevur í eina tíð verið ímillum skúlan, skúlastýrið og kommununa um málið, og er tað nú lyft uppá politiskt stig. Nakað av peningi er settur av á fíggjarætlanini 2019 til endamálið (fjórðingsmillión krónur) og á býráðsfundinum í seinastu viku - hin 31. januar - samtykti býráðið einmælt at taka undir við tilmælinum hjá teknisku- og mentanarnevndini, sum høvdu mælt til, at tekniska deild ger uppskot til eina loysn á ferðsluviðurskiftumun við Glyvra skúla, sum nøktar tørvin, lýkur treytirnar og tekur hædd fyri framtíðini, skrivar Runavíkar kommuna. Táið Tekniska Deild hevur gjørt eitt skipað uppskot og mett um kostnaðin, verður málið tikið upp til nýggja politiska viðgerð og hareftir ber til at fara undir arbeiðið, í fyrstu atløgu fyri játtanina, sum longu er sett av til endamálið í hesum árinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder