2023-11-01 19:28
- Best er at samráðast, men støðan sum nú er í komin, kann eg sum løgmaður ikki góðtaka. Er neyðugt at fara í løgtingi fyri at tryggja at lív og heilsu, geri eg tað.
Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, við útvarpið í kvøld.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðaði í dag frá, at undantøkini í Sjúkrahúsverkinum ikki verða longd klokkan 16 í morgin.
Tað merkir at sjúkrahúsini ikki longur kunnu standa inn fyri trygdini, og at lív og heilsa er í vanda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald