Innanlands

Eldur kom í útróðrarbát

Boð vórðu send eftir bjargingarbáti, men hesin vendi við aftur

Bjargingarbáturin Ziska (Mynd: Sverri Egholm)

Bjargingarbáturin Ziska (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-07 09:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár beint eftir klokkan 17 fekk løgreglan fráboðan um at eldur var komin í ein útróðrarbát.

Bjargingarbáturin Ziska varð sendur avstað at hjálpa teimum trimum monnunum, sum vóru í útróðrarbátinum. Útróðrarbáturin var staddur ein fjórðing eystur úr Viðareiði, skrivar JN.fo.

Av løgreglustøðini verður sagt, at eldurin kyknaði í eini kontakt í maskinrúminum. Manningin á útróðrarbátinum fekk sløkt eldin við eldsløkkjara.

Eldurin sløknaði, men motorurin sløknaði eisini og tí var brúk fyri hjálp. Ein annar útróðrarbátur um 20 tons, var fyrstu at hjálpa hesum útróðrarbátinum, sum var ein undir 15 tonsari. Hesin sleipaði útróðrarbátin inn á Hvannasund, og tí vendi bjargingarbáturin Ziska við og sigldi aftur til Klaksvíkar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder