placeholder
Innanlands

Fleiri føroysk matvøruvirki eru góðkend til at útflyta til Kina

Kinesiski myndugleikin GACC hevur nú dagført listan yvir føroysk virki, sum kunnu útflyta til Kina.

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-02-07 10:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kinesiski myndugleikin GACC hevur nú dagført listan yvir føroysk virki, sum kunnu útflyta til Kina. Tilsamans eru 40 føroysk fiskavirki, frostgoymslur, verksmiðju- og frystiskip á listanum.

Samsvar hevur ikki verið millum faktisku umstøðurnar og hvat hevur staðið á listanum seinastu tíðina, orsakað av innanhýsis umskipan hjá kinesisku myndugleikunum. Hetta er nú komið í rættlag og tann galdandi listin sæst eisini á heimsíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu her.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan undirskrivar hvørja viku einar 60-70 heilsuváttanir fyri góðkend virki, sum útflyta til Kina. Talan er serliga um feskan laks, sum verður útfluttur til Kina, men seinastu tíðina er eisini frystur makrelur útfluttur til Kina, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Tað er makrelprotokollin, sum loyvir útflutningi av frystum makreli til Kina. Sjálv Makrelprotokollin, sum var undirskrivaði í 2016, sæst á hesari síðuni.

Virki mugu vera á Kina listanum.

Virki, sum ætla sær at útflyta til Kina mugu vera á Kina listanum. Fyri at koma á listan skal umsókn sendast til [email protected]. Umsóknarblað fæst á hesari síðuni.

Tað tekur tíð at fáa listan dagførdan og tí er neyðugt, at virkir og skip senda umsókn inn sum skjótast. Virki kunnu ikki útflyta til Kina fyrrenn listin er góðkendur av GACC, almannakunngjørdur á teirra heimasíðu og á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu.

Nýggjur dagførdur listi verður sendur til Kina í mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder