- Í gjárkvøldið boðaðu fleiri fakfeløg frá einum samhugaverkfalli, uttan at halda avtaluna um fráboðanarfreist og fráboðanarform, sum feløgini hava við Fíggjarmálaráðið. Sambært avtaluni skal arbeiðssteðgur, eisini eitt samhugaverkfall, lýsast við minst 48 tíma freist.
Soleiðis skrivaði Fíggjarmálaráðið á heimasíðu sínari fyri løtu síðani sum grungeving fyri, at stovnurin aftur hevur lagt mál fyri Fasta Gerðarrætt.
Tað er opið stríð millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar - og í roynd og veru størsta partin av almenna arbeiðsmarknaðinum. Um hesa tíðina í gjár vóru teir allarflestu sjúkrarøktarfrøðingarnir í Føroyum í verkfalli. Í gjárkvøldið syrgdi ein meiriluti í Løtginginum fyri, at fleiri sjúkrarøktarfrøðingar noyðast aftur til arbeiðis - hóast teir eru í verkfalli.
Sum svar uppá hetta fór ein rúgva av fakfeløgunum í samhugaverkfall. Harvið er millum annað eingin skúlagongd kring landið í dag, og samhugaverkfallið hjá serliga Starvsmannafelgnum rakar breitt í samfelagnum í dag.
Fíggjarmálaráðið gjørdi feløgunum greitt beinanvegin, at fráboðanarfreistin var ov stutt og tí er samhugaverkfallið eitt óheimilað stríðsstig.
- Fíggjarmálaráðið hevur tí í dag lagt málið fyri Fasta Gerðarrætt við málskravi um, at feløgini skulu viðurkenna, at tað fráboðaða samhugaverkfallið er óheimilað, skrivar fmr.fo.
Í gjár legði Fíggjarmálaráðið mál fyri Fasta Gerðarætt um, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fremur óheimilað stríðsstig. Hetta við at víðkað verkfallið við ov stuttari fráboðanarfreist, sambært avtaluni.
Sí eisini: Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fremur óheimilað stríðsstig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald