Innanlands

Thyra Frank vitjaði stovnar í Klaksvík

Danski ráðharrin fyri eldraøkið vitjaði Heimið við Vágna, venjingarhølið hjá ergo- og fysioterapeutunum í Ven og Virka og Smæruna.

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-02-07 12:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danski ráðharrin fyri eldraøkið í Danmark, Thyra Frank, vitjaði í gjár Heimið við Vágna, venjingarhølið hjá ergo- og fysioterapeutunum í Ven og Virka og Smæruna í Klaksvík.

Vitjanin í Klaksvík í dag var ein partur av almennu vitjanini, har ráðharrin í døgunum 5. – 6. er á vitjan hjá landsstýriskvinnuni Eyðgunn Samuelsen.

Jógvan Skorheim, stýrisformaður í Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) og borgarstjóri í Klaksvík, var saman við stjóranum í NBH, Marnu E. Jensen, vertur fyri vitjanini.

Bjóðað var vælkomin á Heiminum við Vágna, har starvsfólk og búfólk tóku væl ímóti ferðalagnum.

Thyra Frank er best kend fyri sín leiklut, sum kvinnan aftanfyri heimið, Lotte, har lívsáskoðanin var, at lívið skuldi livast alt lívið. Seinni er Thyra Frank vorðin ráðharri fyri eldraøkið í Danmark.

Endamálið við vitjanini var vitanardeiling. Jógvan Skorheim, stýrisformaður í NBH sigur, at hann gleðist um vitjanina, og heldur avgjørt, at eldraøkið í Norðoyggjum hevur nakað at bjóðað uppá, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.

Hesum var Thyra Frank samd í. Hon segði m.a., at tað var hjartanemandi at koma inn á Heimið við Vágna, tí hon merkti nærveruna hjá starvsfólkunum, og hetta sást eisini aftur hjá búfólkunum.

Ráðharrin tók sær góðir stundir at heilsa uppá búfólkini, og hon gjørdist ikki sørt bilsin og rørd, tá búfólkini sungu ”Sildavalsin” fyri henni.

Vitjað var eisini í Ven og Virka, har ráðharrin varð móttikin við opnum ørmun. Hon heilsaði uppá allar fólkapensjónistarnar, sum vóru møttir til eginvenjing. Seinni var bjóðað til kaffi í Virkishúsinum Smæran, har ein trio framførdi nøkur løg. Vitjanin var sera væl eydnað, so mikið, at Thyra Frank til seinast varð bjóðað uppá gólv.

Marna E. Jensen fegnast somuleiðis um vitjanina. 
-Sjálvandi eru vit errin, tá onnur ynskja at fáa innlit í, hvussu vit skipa eldraøkið, men tað, sum eg fegnist allarmest um er, at ráðharrin fer avstað aftur við einari kenslu av, at nærvera er nakað, sum myndar eldraøkið í Norðoyggjum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder