Innanlands

Sigur frá stormi leygardagin

Men í dag er turt

Savnsmynd: Bjartur Vest

Savnsmynd: Bjartur Vest

2019-02-07 14:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað sum eftir er av degnum verður turt, og morgunin í morgin verður eisini turrur. Men so fer at regna, sigur veðurforsøgnin.

Í dag er vindurin minkandi úr strúkur í vindi av vestri, um 11 m/s, heilt niður í fleyr av suðri, um 1,5 m/s. Einki avfall og hitin um 5 hitastig.

Í nátt er turt og stilt úr fleyr til lot av eystri, um 1 til 4 m/s. Á middegi fer at regna og tað regnar restina av degnum og allan leygardagin. Í morgin verður frískur vindur til skrið av landnyrðingi, millum 10 og 20 m/s. Avfall millum 0,2 og 1,9 mm, og hitin alt døgnið millum 4 og 6 hitastig.

Leygardagin verður skrið til stormur av landnyrðingi, millum 19 og 21 m/s. Avfall millum 2,5 og 6 mm og hitin um 5 til 6 hitastig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder