Innanlands

Ferðavinnan skal preservolusjónerast

”At menna og varðveita um somu leið” eitur nýggja manningarætlanin hjá Visit Faroe Islands

Jóan Pauli Helgason, menningarleiðari hjá Visit Faroe Islands (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jóan Pauli Helgason, menningarleiðari hjá Visit Faroe Islands (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-07 14:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar skulu vera undangonguland í ferðavinnuhøpið, sum varðveitir og mennir um somu leið.

Soleiðis ljóðar boðskapurin, tá Visit Faroe Islands fyrrapartin kunngjørdi nýggja menningarætlan.

Í hesum sambandi hevur stovnurin gjørt eitt nýtt enskt orð, sum verður at hoyra í sambandi við altjóða marknaðarføringina frameftir: Join the preservolution!

Fyrsta ætlanin fyri Visit Faroe Islands varð løgd fram í 2013, sum setti nakrar málsetningar fyri ferðavinnuna fram til 2020. Nú er so nýggj ætlan sett fram móti 2025.

Hetta verður gjørt í ásannani av, at Visit Faroe Islands nú fer frá at vera ein stovnur, sum marknaðarførir Føroyar sum ferðafólkaland, ásannandi, at hetta arbeiðið er væl eydnað, til at vera ein stovnur, sum mennir føroysku ferðafólkavinnuna til eina burðardygga vinnu, har dentur verður lagdur á at varðveita náttúruna og mentanina.

Tí uttan náttúruna og mentanina, so er ongin ferðavinna her á landi.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Menna og varðveita
Jóan Pauli Helgason, leiðari fyri nýstovnaðu menningardeildini undir Visit Faroe Islands legði fram sjálva menningarætlanina, hvørs heiti er ”At menna og varðveita um somu leið”.

Ítøkiligi málsetningurin er í trimum. Í fyrsta føri er málið u, at umsetningurin frá ferðavinnuni skal verða hálvaaðru milliard krónur í 2025. Í undanfarnu var málið 1 milliard í 2020. Alt bendir á, at hetta verður nátt. Seinastu hagtølini – tey eru frá 2016 siga, at ferðavinnan umsetti fyri 606 milliónir, og málið upp á 1,5 milliardir er ikki meira enn sami vøkstur, sum hevur verið seinastu nógvu árini – umleið 10 prosent um árið.

Annað málið er at 90 prosent av ferðafólkunum, sum koma til Føroya skulu taka undir við, at Føroyar eru ’unspoiled’, ’unexplored’, ’unbelievable’, eins og tey siga Føroyar vera nú. Til hetta er neyðugt at gera tiltøk fyri at varðveita náttúruna.

Mana leysasøgur í jørðina
Triðji málsetningurin, sum Visit Faroe Islands hevur sett sær er, at 90 prosent av føroyingum skulu halda, at ferðavinnan er jalig fyri Føroyar. Hetta kann kanska verða trupult at náa, tí hetta tal er ikki for gott í løtuni. Í 2017 vóru tað 71 prosent, sum hildu ferðavinnuna vera jaliga, og í fjør var hetta talið fallið niður á 66 prosent – tað vil siga, at ein triðingur av føroyingum ikki hava gott at bera ferðavinnuni.

Jóan Pauli Helgason segði, at her er eitt arbeiði at gera, og tað skal gerast við at vísa føroyingum á tað jaliga við ferðavinnuni og so at Visit Faroe Islands fer málrættað inn fyri at mana ósannar leysasøgur um ferðavinnuna í jørðina.

”Strategisku hornasteinarnir” sum skulu til fyri at náa hesum málum eru fýra í tali: 1) Góðsku heldur enn nøgd. 2) Ferðavinnu um alt landið, alt árið. 3) Vitan og førleikamenning. 4) Nýggjan lógarkarm.

Vil forða fyri cruise-skipum
Fyrsta stigið snýr seg um, at vinnan ikki skal mátast í talið av ferðafólkum, men í góðskuni á tilboðunum, sum vit veita.

- Vit skulu ikki hava hópferðavinnu og troðkan í føroysku ferðavinnuni. Tí skal hon stýrast av góðsku, segði Jens Pauli Helgason.

Í hesum sambandi kom hann eisini við eini útsøgn, sum fyri vist fer at vísa seg at vera umstrídd.

Cruise-vinnan í Føroyum skal tálmast.

- Føroyar eru ikki fyri øll. Tí eiga vit at avmarkað talið av stórum cruiseskipum. Hesin formur fyri ferðavinnu er ikki burðardyggur. Vinnan er í størri vøkstri, men vit eiga ikki at eggja teimum at koma til Føroyar. Vit skulu heldur tálma og vera avmarkandi, eitt nú við at seta hámark fyri stødd og krevja sama avgjald – 65 krónur pr. høvd – sum verður kravt av øllum øðrum ferðafólkum, segði Jens Pauli Helgason.

Lokalar fyrimyndir
Tá talan er um at hava vinnuna kring alt landið, snýr tað seg mest um at skipa kunningina, skeltingina, eitt arbeiði, sum longu er í gongd, og eisini skipa og loysa allar trupulleikarnar rundan um tað at loyva ferðafólki at ganga hagagøturnar í Føroyum.

Hartil eisini at eggja fólkum kring alt landið at koma við tilboðum til ferðafólk. Sum góð og lýsandi dømi vórðu Old School í Hvannasundi og Kafein á Mølini í Skálavík víst fram, sum sera væleydnað tiltøk, sum passa júst inn í tann leistin, sum Visit Faroe Islands ynskir í samstarvi við lokalu kunningarstovurnar.

Triðji hornasteinurin, um vitan og førleikamenning, snýr seg um at brynja tey, sum starvast í vinnuni til at taka ímóti og handfara øll tey ferðafólkini, sum koma til landið. Tað snýr seg um at halda skeið pg verkstovur, men eisini um at savna inn vitan og hagtøl, sum vinnan skal arbeiða við, og so at mana leysasøgur í jørðina, sum eru til skaða fyri vinnuna.

- Lóggávu á økinum, takk
Fjórði hornasteinurin er ein innilig áheitan á politikararnar um at fáa skipað viðurskifti í ferðavinnuna.

Hetta snýr seg eitt nú náttúruvernd. Tað er eitt andsøgn í, at ein heil vinna arbeiðir í einum øki – náttúruni –, sum ikki er vart vil lóggávu.

Ynskið hjá Visit Faroe Islands er eisini, at funnið verður fram til eina semju um, hvussu ferðafólk og føroyingar fáa atgongd til náttúruna.

Tað eru 477 ymsir hagar í landinum, sum í prinsippinum skulu spyrjast um loyvi áðrenn farið verður til gongu í náttúruni. Hetta eigur at skipast, so tað ikki verða avmarkingar. Visit Faroe Islands hevur einki ímóti, at pengar verða tiknir frá ferðafólkunum, men heldur at teir skulu leggjast í ein grunn, sum so skal brúkast í arbeiðinum at menna og verja náttúruna.

Preservolution
Og so aftur til enska nýyrðið, ið varð avdúkað á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum fyrrapartin.

Varðveiting eitur ’preserve’ á enskum, menning eitur ’evolve’ og loysn eitur ’solution’. Ein samanseting av hesum trimum orðunum kann blíva til Preservolution, sum ikki sørt minnir um ’revolution’, kollvelting.

Slagorðið í altjóða marknaðarføringini frameftir verður tí: Join the preservolution!

Tí við nýggju menningarætlanini hevur Visit Faroe Islands sett sær fyri at fáa líka stórt altjóða uppmerksemi, sum tey fingu við teirri fyrru. Og við gyltum leyvum og alskyns heiðurslønum, sum stovnurin fekk fyri ’Sheep View’ og ’Faroe Islands Translate’, so er tað eitt ikki so lágt mál, tey hava sett sær.

Menningarætlanin kann hesast her 

[object Object]
Høgni Lisberg við bólki setti dám á framløguna. (Mynd: Jens Kr. Vang)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

VFI_Strategifilm_2019 from Visit Faroe Islands on Vimeo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder