2023-11-08 21:03
Nú ber til hjá fólki at søkja um at fáa afturrindað útreiðslur av parkeringbøtum, sum tey hava fingið fyri ólógliga parkering í parkeringssonuni í Gundadali í tíðarskeiðnum 1. januar 2021 til 15. september 2023.
Tórshavnar kommuna sigur, at umframt navn og kontonumar, skal umsøkjari viðhefta bótina og kvittan fyri, at bótin er goldin.
Ber ikki til at finna upprunaligu bótina, mást tú útvega tær nýggja útskrift av bótini frá løgregluni, sigur kommunan.
Umsóknin má vera kommununi í hendi í seinasta lagi 5. januar 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald