Innanlands

- Forboð hjálpir ikki

At banna kannabis forðar ikki fólki í at brúka tað, sigur Arnfinn á Birtuni úr Framtakinum fyri rættinum at velja kannabis

Arnfinn á Birtuni (Mynd: Rógvi Johansen)

Arnfinn á Birtuni (Mynd: Rógvi Johansen)

2019-02-08 10:13 Author image
Alda Nielsdóttir

Í gjárkvøldið frættust tíðindini um, at Framtakið fyri rættinum at velja kannabis, hóast tey høvdu savnað 840 undirskriftir, ikki fingu nóg nógvar undirskriftir góðkendar av kommununum, og tí sleppur flokkurin enn ikki at stilla upp til næsta løgtingsval.

Men í Framtakinum hava tey enn góðar vónir um at kunna stilla upp til kommandi løgtingsval.

Fyrsta málið hjá flokkinum er at avkriminalisera kannabis, sigur Arnfinn á Birtuni, valevni.

- Mann eigur at hjálpa fólki, sum eru vorðin bundin av kannabis heldur enn at revsa tey, sigur hann í samrøðu við Portalin.

Sambært Arnfinn á Birtuni, hjálpir eitt forboð ikki, og tað forðar ikki fólki í at nýta kannabis.

- Mann sær eisini í øðrum londum, har kannabis er legaliserað, at nýtslan minkar við tíðini, tí tá tað ikki er ólógligt, er tað ikki líka spennandi hjá summum. Tá okkurt er normaliserað, so minkar nýtslan, sigur hann.

Arnfinn á Birtuni sigur seg vera 100 prosent vísan í, at Framtakið nær at fáa nóg nógvar undirskriftir góðkendar til at kunna stilla upp til løgtingsvalið, sum skal vera í seinasta lagi 31. august.

placeholder
placeholder