Innanlands

Ávara um hálku á Oyggjarvegnum

Eisini er hált á Vatnsoyrum

2019-02-08 11:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hált er í støðum í morgun, og eitt ferðsluóhapp hevur eisini verið, har hálka allarhelst var orsøkin.

Á heimasíðuni hevur Landsverk eina serstaka fráboðan, har heitt verður á bilførarar um at koyra varliga á Oyggjarvegnum, tí at har er sera hált.

Annars verður sagt, at roknast kann við hálku á Vatnsoyrum og á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð.

Sí koyrilíkindini her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder