Innanlands

2 milliardir fyri flogvøll á Glyvursnesi

2.700 metrar langur flogvøllur við terminali og hangari verður mettur at kosta 2 milliardir

2019-02-08 12:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í Samferðsluætlanini, sum Landsverk hevur latið landsstýrinum verður altjóða flogvøllur á Glyvursnesi umrøddur.

At gera ein 1.799 metrar langan flogvøll á Glyvursnesi við terminali og hangari fer at kosta um 1,2 milliardir krónur, metir Landsverk. Kostnaðurin fyri at gera ein 2.700 metrar langan flogvøll á Glyvursnesi við terminali og hangari verður umleið 2 milliardir. Fyri at gera veg (uml 6,4 km) út til flogvøllin er kostnaðurin 130 milliónir krónur við einum árligum rakstri á 1,7 milliónir.

[object Object]

Vind- og turbulensmátingarnar vísa, at fyri hesi viðurskifti fer reglusemið fyri flogferðslu at verða best á Glyvursnesi. Reglusemi merkir, at færri avlýsingar og seinkingar eru í flog- ferðsluni. Kanningarnar vísa, at tað er lítil og eingin turbulensur á Glyvursnesi. Innflúgvingarviðurskiftini og møguleikin at gera longri vøll, gera, at mett verður, at besta plássið at leggja ein nýggjan flogvøll er á Glyvursnesi. Har er møguleiki at gera flogvøll, sum er longri enn 2.700 metrar.

Verandi flogvøllur í Vágum er 1.799 metrar. Ein longri flogvøllur við betri innflúgvingarviðurskiftum ber í sær, at størri og tyngri flogfør kunnu nýta vøllin. Vegurin til flogvøllin verður bundin í landsvegin í Havnardali, har 2. partur av Innkomuvegnum endar. Tá verður møguligt at koyra frá Kaldbaksvegnum/Eysturoyartunlinum, eftir Innkomuvegnum og út á flogvøllin á Glyvursnesi við 80 km/t, sigur Landsverk í Samferðsluætlanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder