Mentan

Bókin ”Ross og fólk” løgd fram í Havnardali leygardagin

Uni Arge hevur skrivað bókina, sum gjølla lýsir søguna um rossahald og kappríðing í Føroyum

Brandur í Dali, Uni Arge, og Hans Vilhelm Lützen

Brandur í Dali, Uni Arge, og Hans Vilhelm Lützen

2023-11-17 09:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin 18. november kl. 16 verður bókin ”Ross og fólk” um 80 ára søguna hjá Føroya Ríðingarfelag løgd fram í felagshølunum í Havnardali. Uni Arge hevur skrivað bókina.

Føroya Ríðingarfelag varð stovnað 25. februar í 1943, men søgan hjá stuttleikaríðingini byrjar áðrenn tað. Hon tók seg upp við dreingjum, sum vóru rossaansarar hjá eitt nú Reginald Østrøm og M. C. Restorff síðst í 19. øld.

Fyrsta kappríðingin var á ólavsøku í 1921. Tá varð riðið á Sundsvegnum, har Tórsbreyt er nú. Flutt varð út á Velbastaðvegin í 1928. Har varð í fyrsta umfari riðið kapp í tvey ár, áðrenn steðgur kom í.

Kappríðingarnar á Velbastaðvegnum vórðu tiknar uppaftur í 1936, og síðan hava kappríðararnir ikki helmað í. Fleiri kappríðingar komu so líðandi aftrat teirri á ólavsøku.

Føroya Ríðingarfelag fekk ríðibreyt í Marknagili í 1970, og á henni hevur verið riðið kapp øll árini síðan. Nú skal nýggj breyt gerast, tí tunnilsarbeiði órógvar breytina í Marknagili.

Føroya Ríðingarfelag gjørdi avtalu við Tórshavnar kommunu um økið í Havnardali í 1977, og fyrstu fjósini komu har í 1981.

Felaghúsið kom í 1994 og er júst útbygt. Høllin hjá felagnum í Havnardali kom í 2007. Har hevur eisini Føroysk Íslandsrossafelag egin fjós og egna høll.

Bókin ”Ross og fólk” lýsir gjølla søguna um rossahald og kappríðing í Føroyum, og frá 1943 eltir hon serliga slóðina hjá Føroya Ríðingarfelag.

Hon er 444 síður og prýdd við einum hópi av forkunnugum myndum av kendum fólkum.

Í sambandi við framløguna í Havnardali leygardagin 18. november kl. 16 fer formaðurin, Brandur í Dali, at siga nøkur orð, og síðan greiðir høvundurin frá arbeiðinum við bókini.

Í ritstjórnini hava verið Hans Vilhelm Lützen og Brandur í Dali.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder