Uttanlands

Hava sitið innistongdir í tunnli í níggju samdøgur

Tað rapaði undan tunnlinum 12. november. Síðan hava 41 tunnilsarbeiðarar verið fangaðir inni í fjallinum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-11-20 15:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

41 tunnilsarbeiðarar hava nú verið innistongdir í einum tunnli í Uttarkashi har norðuri í India í meira enn eina viku. Teir hava verið innistongdir síðan 12. november, tá loftið rapaði í tunnlinum.

Allir 41 eru á lívi, men sagt verður at fleiri teirra eru vorðnir sjúkir, skrivar NRK. Fólkini har inni hava fingið mat og drekka gnøgnum tvey rør, sum liggja gjøgnum tunnilin. Arbeiðararnir hava sostatt eisini ljós, vatn og heilivág, upplýsa indisku myndugleikarnir.

Talan er um ein 4,5 kilometra langan koyritunnil millum Silkyara og Dandalgon í Himmalaya-landslutinum. Tað rapaði undan tunnilsloftinum 200 metrar frá tunnilsopinum.

[object Object](Mynd: EPA)

Hesa seinastu vikuna hava 200 bjargingarfólk arbeitt nátt og dag fyri at bjarga fólkunum útaftur.

- Vit stríðast fyri at kunna skapa eina trygga bjarging fyri bæði bjargingarmanning og teir, ið eru innisperraðir. Vit gera alt fyri at gera tað trygt fyri allar partar, sigur Arnold Dix, sum er ein av heimsins leiðandi námsserfrøðingum, sum er komin til India at hjálpa til við bjargingararbeiðinum.

Ætlanin var at bora eina nýggja leið inn í tunnilin, men hetta varð støðgað av tekniskum orsøkum, tá borimaskinan gekk fyri.

Tá bjargingarliðið royndi at koma inn til innistongdu fólkini byrjaði aftur at rapa undan tunnilsloftinum.

Nú verður arbeitt við ymsum alternativum møguleikum fyri at fáa tunnilsarbeiðararnar út.

Í kvøld er ætlanin at fara undir at bora seg niður til til fólkini úr erva. Tað merkir, at gravast skal yvir 100 metrar niður fyri at koma fram til tey neyðstøddu. Hetta tekur helst fleiri dagar, og vandi er eisini fyri, at enn meira kann rapa inni í tunnlinum.

Námsserfrøðingurin Arnold Dix vísir á at nógvar fyrireikingar skulu gerast í slíkum arbeiði. Sjálvur kom hann á staðið í gjár, men vísir á, at stór framstig eru hend í  bjargingararbeiðinum hesi seinastu samdøgrini.

Hóast stórar avbjóðingar, eru vónirnar ikki mistar um at fáa fólkini útaftur á lívi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder