Mentan

Dukkuleikur um flóttafólk

Ein svampur og ein tannbust hava høvuðsleiklutirnar í barnaleikinum

2023-11-20 20:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Høvuðsleikararnir í dukkuleikinum “To BE eru ein svampur og ein tannbust. Leikurin verður vístur í Norðurlandahúsinum mikudagin 22. novembur, kl 16.30.

Yndisligi svampurin hittir kulu tannbustina í einari veitslu, og tey gerast forelskað. Tey sleppa tó ikki at vera par, tí tey hava hvør sín uppruna og hvør sína mentan. Tí flýggja tey úr heimlandinum at finna sær friðskjól aðrastaðni – saman. Á ferðini ferðast tey m.a. um hav í einum óstøðugum pappírsbáti.

Við einføldum lutum og tónleiki – og uttan orð – fortelur leikhúsið, Passepartout Theatre Productions, søguna um at vera flótti, og um hví vit mugu verja mannarættindi.

“To BE” er ætlaður børnum úr 6 ára aldri og eldri. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder