Uttanlands

Minst 17 deyð eftir bygningur rapaði í Istanbul

Bjarginarlið rudda framvegis upp og mynduleikarnir royna at fáa skil uppá støðuna

Eitt stórt bjargingarlið til arbeiðis í Kartal í Istanbul(Mynd: DR)

Eitt stórt bjargingarlið til arbeiðis í Kartal í Istanbul(Mynd: DR)

2019-02-09 15:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin mikudagin rapaði ein bygningur í asiatiska partinum av Istanbul. Síðani hava bjarginarlið roynt at ruddað múrsteinsbrot og harvið gravað fólk út ið yvirlivdu. Higartil hevur tað eyndast at fingið 14 fólk leys - í gjár varð ein 16 ára gamal drongur gravaður út, eftir at hann hansara hjálp um róp vóru hoyrd. Fyrradagin varð ein fimm-ára gomul genta bjargað.

DR skrivar, at minst 17 fólk hava latið lív. Talan var um íbúðarblokk við 43 búsitandi, so ikki øll eru funin enn. Erdogan forseti vitjaði staðið í morgun, og hann segði, at stjórnin vil tryggjað at orsøkin til niðurrapingina skal finnast. Mynduleikar hava stafest, at tríggar tær ovastu hæddirnar vórðu bygdar uttan byggiloyvi, og í økinum, sum eitur Kartal hava verið trupulleikar við, at fólk vinna sær pening ólóligt - við virksemi so sum at byggja ólóligt.

Av teimum 14 bjargaðu liggja 13 á sjúkrahúsi. Harav eru sjey, ið eru í lívsvanda enn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder