Uttanlands

Philip prinsur leggur koyrikortið á hillina

Hetta hendir eftir at prinsurin endaði í einum ferðsluóhappi í januar

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-02-09 22:00 Author image
Alda Nielsdóttir

97 ára gamli Philip prinsur hevur játtað at leggja sítt koyrikort á hillina.

Hesum boðar bretska kongshúsið frá sambært DR.

Hetta hendir eftir, at prinsurin 17. januar var í einum ferðsluóhappi í Norfolk í eystara partinum av Onglandi. Prinsurin var einsamallur úti og koyrdi, tá hann rendi á ein annan bil, har tvey vaksin og eitt pinkubarn sótu í.

Prinsurin fekk ongan álvarsligan skaða, og tað gjørdi pinkubarnið í hinum bilinum heldur ikki, men hini bæði í bilinum endaðu á sjúkrahúsinum.

Tveir dagar seinni var Philip prinsur aftur at síggja handan róðrið, og tá fekk hann eina átalu frá løgregluni fyri ikki at vera í trygdarbelti.

Men nú hevur prinsurin koyrt sín síðsta biltúr.

Í einum brævi til bilføraran í hinum bilinum hevur prinsurin greitt frá, at hann ikki hevði sæð bil hennara av tí at hann fekk sól í eyguni, tá hann skuldi koyra út á vegin.

placeholder
placeholder