Innanlands

Elisabeth Warren bjóðar seg fram sum forsetavalevni

Er tann áttandi demokraturin, sum hevur boðað frá sínum áhuga at stilla upp móti Donald Trump

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-02-10 11:57 Author image
Ingi Samuelsen

Í gjár gjørdist greitt, at atfinningarsami senatorurin, Elizabeth Warren, er við í stríðnum til at gerast demokratiskt valevni til forsetavalið í november 2020.

Tað var væntað, men í gjárkvøldið boðaði hon so alment frá hesum. Tað hendi undir eini røðu í Lawrence í Massachusetts, hennara egna heimstadi.

Warren gav lyfti um, at hennara mál er at arbeiða fyri at gera umfatandi, strukturellar, broytingar.

- Tað er ikki nóg mikið at bøta um tey mistøk, sum henda stjórnin hevur gjørt. Vit hava ikki ráð til at umvæla eitt sindur við einum skattalætta her og eini nýggjari lóg har. Okkara stríð snýr seg um eina umfatandi broyting. Hetta er eitt stríð fyri lívinum, segði senatorurin sambært CNN-sjónvarpsstøðini.

Elisabeth Warren en ein tann kendasti og mest týðandi, sum enn hevur boðað frá síni luttøku í valstríðnum upp til forsetavalið.

Tað var ikki av tilvild, at fráboðanin fór fram í býnum Lawrence, skrivar AFP-tíðindastovan.

Hetta er ein gamal arbeiðarabýur, og 69 ára gamli senatorurin hevur júst gjørt verju av arbeiðara- og miðstættini til síni hjartamál.

Hon hevur fyrr boðað frá, at hon ætlar at hækka skattin hjá teimum ríkastu í USA, um hon verður vald.

Warren gjørdist kend í almenninginum í kjalarvørrinum av kreppuni í 2008, tá hon stóð á odda fyri eini kongressnevnd, sum hevði eftirlit við tí stóra hjálparpakkanum, ið varð latin vinnulívinum.

Barack Obama, forseti, valdi í 2010 hana sum sín serliga ráðgeva. Elizabeth Warren er kend fyri at vera atfinningarsom mótvegis Wall Street og hevur sagt, at hon vil stríðast fyri at minka um búskaparliga ójavnan í landinum.

Undanvalini til at finna demokratiska forsetavalevnið byrja á vári 2020. Tað verður tikið sum givið, at Donald Trump stillar uppaftur fyri republikanararnar, og tað er enn óvist um nakar republikanari fer at stilla upp móti honum til undanvalini.

Sjálvt forsetavalið verur í november 2020.

Elisabeth Warren sigur sjálv, at hon er av indianskum uppruna - nakað, sum ikki verður tikið í so stórum álvara av hennara politisku mótstøðufólkum. Trump forseti var skjótur at gera vart við hetta, tá hann skrivaði sína dagføring á Twitter eftir fráboðanina:

Elisabeth Warren er tann áttandi demokraturin, sum alment hevur boðað frá síni luttøku í stríðnum at gerast forsetavalevni. Tey eru:
Cory Booker, senatorur úr New Jersey
Pete Buttigieg, borgarstjóri í South Bend, Indiana
Julian Castro, fyrrverandi bústaðarmálaráðharri úr Texas
John Delaney, fyrrverandi tinglimur úr New Jersey
Tulsi Gabbard, tinglimur úr American Samoa
Kirsten Gillibrand, senatorur fyri New York
Kamala Harris, senatorur fyri Kalifornia og
Elizabeth Warren, senatorur fyri Massachusetts. 

placeholder
placeholder