Mentan

Jóla- og stuðulskonsert í Miðvágs kirkju

Fríggjakvøldið 1. desember verður konsert í Miðvágs kirkju til frama fyri átakinum Í Menniskjum Góður Tokki

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-11-27 15:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjakvøldið 1. desember verður jóla- og stuðulskonsert í Miðvágs kirkju til frama fyri átakinum Í Menniskjum Góður Tokki hjá Barnabata.

– Kom í jólahýr saman við okkum tá vit bæði syngja saman - og hoyra sera góðan jólatónleik hetta kvøldið. Konsertin er ókeypis, men vit seta krukkur upp í forkirkjuni, sum fólk kunnu leggja pening í, skrivar Miðvágs kirkja.

Innkomni peningurin fer óskerdur til Barnabata.

Tey, sum fara at framføra á konsertini, sum byrjar klokkan 19.30, eru Tórfríð Tavsen, Halleluja Sofus og Lýdia, Blátt gras, Erla Leonson, Hans Ravnsfjall, Óluva og Dorthea, og Edith Dahl Jakobsen og Allan Tavsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder