Innanlands

Johnny í Grótinum: Jan Lamhauge livir í síni egnu boblu

Johnny í Grótinum sigur, at hann tekur synd í Jan Lamhauge, tí at hann framvegis livir í síni egnu boblu, har øll onnur hava misskilt alt, meðan einans Jan og Jørn Astrup hava sæð ljósið

Johnny í Grótinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Johnny í Grótinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-02-11 13:01 Author image
Regin Winther Poulsen

 - Fyrst av øllum vil eg siga, at eg taki so hjartaliga synd í Jan Lamhauge, at hann framvegis livir í síni egnu boblu, har øll onnur hava misskilt alt, meðan einans hann og Astrup hava sæð ljósið. 

Soleiðis sigur Johnny í Grótinum í viðmerkingum til ákærurnar, sum Jan Lamhauge hevur sett fram ímóti honum í viðmerkingum til skattamálið. Jan Lamhauge hevur sent frágreiðing til fulltrúa, sum nú viðger málið um uppsøgnina av Liljuni Weihe sum tíðindaleiðara á Kringvarpi Føroya. Har ákærir hann Johnny í Grótinum fyri at hava borið ósannar søgur fyri starvsfólkum á KVF. Men Johnny í Grótinum sigur, at trupulleikin var einsíðugi dekningurin av skattamálinum. 

Les eisini: Jan Lamhauge: Stjórin segði skeivar søgur fyri journalistum

- Sum stovnsleiðari undraðist eg á partshallu keldustýringina í dekninginum, har rúm ikki var fyri øðrum sjónarhornum enn tí hjá Astrup, hóast KVF skrásikkurt feldi dóm um lógarbrot, sigur hann millum annað í viðmerkingum, sum hann hevur sent Portalinum umvegis teldupost. 

Johnny í Grótinum leggur afturat, at KVF ikki var dómstólur í málinum, hóast hann stundum helt at farið varð ov langt í tíðindaflutninginum. 

- Onnur sjónarhorn vóru og eru, og KVF er ikki dómstólur. Málið verður framvegis kannað av ákærumyndugleikunum, og dómur er ikki feldur enn. So partarnir í málinum kunnu í veruleikanum dragsa Jan í rættin við ákæru um bakbit, tá hann kallar skattafrádráttin ólógligan og umrøddu persónar fyri lógarbrótarar, sigur hann. 

Heldur at KVF burdi veitt Jan Lamhauge sálarliga hjálp
- Tað er bæði syndarligt og syrgiligt at síggja sannføring um egið lýtaloysi bólgna til slíka megalomaniska fiksering. Talan er um insinuatiónir og manipulatiónir úr enda í annan, sigur Johnny í Grótinum eisini og leggur afturat, at hann ikki er skelkaður av ákærunum um, at hann skal hava veitt skeivar upplýsingar fyri journalistum í KVF. 

- Eg eri ikki skelkaður av hesum følsku ákærunum, tí hetta mynstrið sást aftur í øllum samskiftinum frá hansara síðu mótvegis bæði Mentamálaráðnum og kringvarpsstýrinum, sigur hann, áðrenn hann leggur afturat at Jan Lamhauge burdi fingið sálarliga hjálp. 

- Kringvarpið átti veruliga at bjóða manninum sálarfrøðiliga hjálp, áðrenn hann í summar aftur skal til arbeiðis á stovninum. Eg ynski honum góðan bata, sigur Johnny í Grótinum at enda.

placeholder
placeholder