Mentan

Lady Gaga fór við trimum Grammy heiðurslønum

Kvinnurnar í fokus tá ársins Grammy-virðislønir vórðu handaðar í Los Angeles í nátt

Lady Gaga (Mynd: EPA)

Lady Gaga (Mynd: EPA)

2019-02-11 07:32 Author image
Ingi Samuelsen

Sangurin ”Shallow” við Lady Gaga og Bradley Cooper úr filminum ”A Star is Born”, fekk tvær virðislønir, tá handan av Grammy-heilurslønum var í Los Angeles í gjárkvøldið.

Harafturat vann Lady Gaga eina triðju Grammy fyri sangin ”Joanne (Where Do You Think You’re Going)”.

Tilsamans 84 Grammy-heiðurslønir vórðu handaðar í gjár.

Country-sangarin Kacey Musgraves vann heiðurin fyri Ársins útgávu fyri plátuna ”Golden Hour”. Honn vann tilsamans fýra Grammy’s, fyri bestu upptraðkan, besta country-sang og bestu fløgu.

Hiphop-sangarin Childish Gambino fekk Ársins sang við ”This is America”. Hann fekk eisini tríggjar aðrar Grammy-heiðurslønir fyri sama sang. Hetta var fyrstu ferð, at eitt rapp-lag varð valt til ársins sang. ”This is America” er skrivaður saman við svenska framleiðaranum, Ludwig Göranson.

Childish Gambino, hvørs veruliga navn er Donald Glover, vann eisini fyri best skrivaða sang, bestu rappframførslu og besta videolag, tá handanin fór fram í Los Angeles.

Drake vann annars heiðurin fyri besta rapp-sang fyri ”God’s Plan”.

61. handanin av Grammy virðislønunum byrjaði við, at ein bólkur av týðandi kvinnum, teirra millum fyrrverandi first lady Michelle Obama, sjónleikarin Jada Pinkett-Smitt og Lady Gaga, komu á pallin saman við vertinum Alicia Keys og greiddu frá, hvønn leiklut tónleikur hevur havt á teirra lív.

Byrjanin var eitt aftursvar til ábreiðslurnar í fjør, tá sagt varð at tað vóru alt ov nógvir menn millum tey tilnevndu og tey, sum vunnu.

Hesaferð varð ørvísi. Tríggjar kvinnur, eitt nú Lady Gaga, Brandi Carlie og Kacey Musgraves, fingu tríggjar heiðurslønir hvør.

Eisini Ariana Grande vann Grammy fyri bestu poppfløgu, sang, fyri ”Sweedener”. Hon vann á Taylor Swift, Kelly Clarkson, Pink, Shawn Mendes og Camila Cabello, sum eisini vórðu tilnevnd til henda heiðurin, skrivar nrk.no.

Rapparin Cardi B vann, sum fyrsta kvinna nakrantíð, heiðurin fyri bestu rapp-fløgu. Hon framførdi eisini á stóra show’inum í Los Angeles í nátt.

Bretska sangarinnan Dua Liba, sum er av albanskum uppruna, vann tvær heiðurslønir, fyri besta nýggja listafólk og besta dance-sang fyri ”Electricity”.

Hesir vunnu (heitini á heiðurslønunum eru á upprunamálinum):
Album of the year: Kacey Musgraves - Golden Hour
Record of the year: Childish Gambino - This Is America
Song of the year: Childish Gambino - This Is America
Best new artist: Dua Lipa
Best pop solo performance: Lady Gaga - Joanne (Where Do You Think You're Goin'?)
Best pop duo/group performance: Lady Gaga & Bradley Cooper – Shallow
Best traditional pop vocal album: Willie Nelson - My Way
Best pop vocal album: Ariana Grande – Sweetener
Best dance recording: Silk City & Dua Lipa featuring Diplo & Mark Ronson – Electricity
Best dance/electronic album: Justice - Woman Worldwide
Best rock performance: Chris Cornell - When Bad Does Good
Best metal performance: High On Fire - Electric Messiah
Best rock album: Greta Van Fleet - From The Fires
Best alternative album: Beck – Colors
Best R&B performance: H.E.R. Featuring Daniel Caesar - Best Part
Best urban contemporary album: The Carters - Everything Is Love
Best rap song: Drake - God's Plan
Best rap album: Cardi B - Invasion Of Privacy
Best country album: Kacey Musgraves - Golden Hour
Best musical theatre album: The Band's Visit
Producer of the year, non-classical: Pharrell Williams
Best music video: Childish Gambino - This Is America 

placeholder
placeholder