Innanlands

Jan Lamhauge: Skommin er veika samanhaldskraftin í KVF

Jan Lamhauge vil vera við, at samanhaldskraftin, sum heldur Kvf saman nú, er ein kollektiv skomm um, at fólk misskiltu skattamálið

(Mynd: Savnsmynd/Jens Kr. Vang)

(Mynd: Savnsmynd/Jens Kr. Vang)

2019-02-11 12:15 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Tað tók alt ov drúgva tíð, men í dag haldi eg, at tey allarflestu í KVF vita, at Johnny í Grótinum villleiddi um "skattamálið". Eg leggi eisini merki til, at Kvf í sínum svarskrivum als ikki umrøður ella avvísir hetta. Hetta er almenn vitan á stovninum. 

Soleiðis sigur Jan Lamhauge í drúgva skrivinum, sum hann hevur sent fulltrúa í Uttantíkis- og Vinnumálaráðnum, sum nú viðger málið um uppsøgnina av Liljuni Weihe. Fyrr í dag segði portalutin frá, at Jan Lamhauge vil vera við, at Johnny í Grótinum tilvitað leyg ella segði ósatt av líkasælu um skattamálið fyri starvsfólkum í KVF. 

- Málið byrjaði við, at Liljan Weihe segði Rúna Heinesen, stýrisformanni, frá hesum. Rúni Heinesen valdi tó, einki at gera við tað uttan at avgerða, at hetta mátti haldast loyniligt. Kvf toldi ikki gjøgnumskygni, sigur Jan Lamhauge í skrivinum. Han vil verða við, at fleiri starvsfólk á stovninum vórðu ill við seg og Liljuna Weihe, eftir at Johnny í Grótinum hevði tosað við tey. 

- Málið er eisini flovisligt fyri nógvar av starvsfelagunum í Kringvarpinum. Serliga fyri tey, sum blivu mest sannførd av søgunum hjá Johnny í Grótinum. Tí summi teirra blivu sera ill við Liljuna Weihe og meg, tí tey hildu seg hava fingið eitt serligt innlit í málið, tá fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum hevði vent sær til teirra við "inside"-vitan, sum hann hevði um skattafrádráttir. Hetta ljóðaði sum eitt journalistiskt "scoop". Trupulleikin var bara, at søgan passaði ikki, sigur Jan Lamhauge í skrivinum. Hann sigur at starvsfólk á stovninum kenna seg eyðmýkt av hesum. 

- Í KVF vil man helst bara tosa um okkurt annað, tí hesin parturin er alt ov flovisligur fyri KVF, tí tað vóru so nógv, sum stuðlaðu Johnny í Grótinum, sigur Jan Lamhauge. 

Royndi at upplýsa kringvarpsstýrið 
Jan Lamhauge sigur eisini í skrivinum, at hann royndi at sleppa at tosa við stýrið um málið. Hann sigur, at hann tosaði við starvsfólkaumboðið í stýrinum, men at viðkomandi ikki vildi lurta, tí ein semja var gjørd í stýrinum, um ikki at taka ímóti fleiri upplýsingum um málið. 

- Ein semja var gjørd í stýrinum um, at øll skuldu vera eins (ó)upplýst, og tí kundi ein stýrislimur ikki seta seg inn í málið. Tað hevði verði illoyalt móti hinum stýrislimunum. Ein semja um eitt slag av kollektivum ábyrgdarloysi, sigur Jan Lamhauge í skrivinum hjá sær. Hann heldur, at tað er ein kollektiv skomm ímillum starvsfólk á stovninum, sum heldur stovninum saman nú.  

- Nú verður so roynt at byggja KVF upp aftur. Límið, sum skal halda stovninum saman, er skommin, sum nógv eru felags um. Tað er ikki undarligt, at stovnurin hevur trupulleikar at halda uppá starvsfólk, staðfestir Jan Lamhauge. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder