Mentan

Nýtt útbúgvingartilboð á Glasir

Nú verður møguligt at lesa professiónsbachelor innan innovatión og íverksetan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-02-11 08:48 Author image
Tíðindaskriv

Farið verður nú undir eitt nýtt útbúgvingartilboð til teirra, sum hava tikið eina stutta framhaldsútbúgving í Føroyum ella uttanlands.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum er virkandi landsstýrismaður við mentamálum, hevur givið Glasi loyvi at fara undir eina professionsbachelor útbúgving innan innovatión og íverksetan við tí endamáli at stuðla menningini av einum fjøltáttaðum vinnulívið og framhaldandi at stimbra íverksetaramentanina í Føroyum. Hetta er liður í politikkinum hjá samgonguni at fjøltátta møguleikarnar at taka útbúgvingar í Føroyum.

Talan er um ein yvirbygning til stuttar framhaldsútbúgvingar, so sum marknaðarførslubúskap, fíggjarbúskap, framleiðslutøkning, og byggitøkning, sum í løtuni kunnu takast á Glasi. Aðrar stuttar framhaldsútbúgvingar geva tó eisini atgongd til hesa nýggju útbúgving. Hetta er sostatt enn ein møguleiki hjá ungum at støðast her á landi.

Útbúgvingin er skipað í samstarvi við CPH Business (Copenhagen Business Academy). Útbúgvingin tekur hálvtannað ár íroknað starvsvenjing.

Fyrsti flokkur verður tikin inn á sumri 2019, og umsóknarfreistin er 1. juni. Ætlanin er at taka næmingar inn á hesa útbúgving annaðhvørt ár.

Tíðindaskriv frá Mentamálaráðnum

 

placeholder
placeholder