Mentan

Edith Mørkøre sýnir fram í Smiðjuni

Á framsýningini "Manna millum" eru bæði málningar og grafisk list

2023-11-29 16:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í døgunum frá 1. til og við 5. desembur sýnir Edith Mørkøre fram í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Framsýningin hevur heitið ”Manna Millum”.

Fernisering verður fríggjadagin 1. desembur kl. 16.  Tá greiðir listakvinnan frá framsýningini, Marius Ziska hevur tónleikaframførslu og borðreitt verður við góðum til góman. 

Framsýningin fevnir um málningalist, har arbeitt hevur við kompositiónum har Edith loyvir impressionismuni at blíva ekspressionisma.

Hettar sæst aftur í hennara sermerktu strukturum og formum í akryl, har fólk sýnast at trína inn, fjara út ella møtast á løriftsyvirflatuni.

Í loftsrúminum í Smiðjuni hevur grafikkurin eisini fingið sítt pláss.

Opið er fríggjadagin frá 16 til 19. Leygardagin til týsdagin er opið frá klokkan 14 til 18, sunnudagin tó frá kl. 14

Edith er sjálvlært listafólk og hevur seinastu mongu árini havt listina, sum sítt høvuðsstarv. Hon hevur við jøvnum millumbili havt sjálvstøðugar fram­sýningar og hevur verði við til bæði felags framsýningar og sensureraðar framsýningar her heima og í Danmark.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder