Innanlands

Nú eru næstan 9,5 km sprongdir

Smærri lekar og bygging av vegi ávirkaðu arbeiði spreingiarbeiði í Eysturoyartunlinum

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

2019-02-11 11:48 Author image
Ari av Rana

Í farnu viku vórðu sprongdir 91 metrar í alt. Smærri lekar og bygging av vegi ávirkaðu arbeiði. Nú eru sprongdir 9.493 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum.

Á Hvítanes vórðu í farnu viku sprongdir 34 metrar , umframt at 500 metrar av vegi vóru bygdir. Í alt eru nú sprongdir 4.567 metrar frá Streymoyarlandinum.

Frár ruindkoyringini og móti Hvítanesi vórðu sprongdir 29 metrar. Á hesum teininum eru nú sprongdir 1.681 metrar.

Og frá rundkoyringini og móti Rókini vórðu sprongdir 28 metrar í farnu viku. Har eru nú í alt sprongdir 1.620 metrar

placeholder
placeholder