»Kondittaríið« á glade hjørn í Havn, livir enn í minninum hjá fólki. Í fleiri ættarlið var hetta fremsti savningarstaður í Havn. Fleiri vóru, ið tvíhildu um, at hetta var eitt tað týdningarmesta hús í býnum. Tí hoyrist enn, hvussu hørm fólk vórðu, tá »Kondittaríið« lat aftur í 2003.
Í klædnahandlinum hjá Rebekku á Fjallinum og Duritu Thomsen er nú høvið at enduruppliva nakað av tí autentiska huglagnum, sum var á káta horninum.
Ole Wich, sum javnan vitjaði her, fer nú at sýna fram originalar tekningar, sum hann gjørdi á »Kondittarínum« síðst í 1980’unum.
Javnan tók listamaðurin skitsublokkin fram og teknaði fólk, sum ikki bara komu og fóru, men eisini settu seg at kjakast við aðrar kaffistovugestir um lívsins djúpu viðurskifti. Á borðinum kundi standa eplasalat við heitum frikadellum, skálir við mandlurísi og kirsuberjasós og rúkandi heitt kaffi úr Restorffs-koppunum.
Flestu tekningar eru í A5 stødd og gjørdar við ymsari tøkni. Ole Wich teknar bæði við blýanti og fyllipenni, men brúkar eisini brúna kaffið, sum er tað seinasta í koppinum, at geva myndaevnunum lit. Tekningarnar eru til sølu.
Framsýningin letur upp leygardagin 2. desember kl. 10, tá handilin bjóðar gestum og viðskiftafólki kaffi og lagkøka, antin fólk vilja royna klædnavørur frá teimum báðum sniðgevunum, Duritu Thomsen og Rebekku á Fjallinum, ella vilja granska og njóta tekningarnar úr søguni hjá »Kondittarínum«.
Framsýningin er opin mándag til frígjadag kl. 10 til 17.30 og leygardag kl. 10 til 16 fram til 16. desember.
SÍ eisini blogg hjá Birgiri Kruse: Kondittaraminni – Ole Wich tekningar og aðrir molar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald