Innanlands

Suðuroyartunnilin verður 23 kilometrar til longdar

Tað gongur væl at fyrireika Suðuroyartunnilin, og undan jólum fæst at vita, hvat verkætlanin fer at kosta

Eysturoyartunnilin (Savnsmynd)

Eysturoyartunnilin (Savnsmynd)

2023-12-01 13:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður ein stór verkætlan at gera tunnil millum Suðuroynna og Sandoynna.

Ein nevnd fyrireikar arbeiðið, og undan jólum fæst at vita, hvat tunnilin fer at kosta, sigur Bergur Poulsen, formaður í nevndini fyri Suðuroyarutnnilin, við Dimmalætting.

Eftir ætlan skal tunnilin vera úr Sandvík og koma upp á Skarvanesi. Longdin verður 22,8 kilometrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder