Innanlands

Handilslívið trívist væl á Tvøroyri

Kommunan fegnast um gongdina

2019-02-11 18:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ítróttarhandilin miðskeiðis á Tvøroyri, Sport 24, ger nú umfatandi broytingar í handlinum, ið varð tikin í nýtslu á fyrsta sinni í 2010.

Hans Pauli Ziska Jacobsen, ið rekur handlarnir í Klaksvík, Hoyvík og á Tvøroyri, er komin suður og er farin í gongd við at bróta veggir niður og at broyta ymiskt. Hans Pauli sigur, at tá arbeiðið er liðugt, vónandi einaferð móti endanum av mars, so fer handilsøkið at fevna um uml. 180 fermetrar í mun til teir 100 fermetrarnar í dag.

Hans Pauli sigur, at sølan hevur verið sera góð hjá teimum. Ov tíðliga er at siga enn, um tað hevur ávirkað søluna at fleiri arbeiðspláss eru komin í býnum og í oynni sum heild.

“Tá arbeiðið er liðugt, so verður stongt nakrar dagar, soleiðis at alt kann verða sett uppá pláss”, sigur eigarin. Hann sigur eisini, at tá tað letur upp aftur, so verður okkurt tiltak á staðnum.

Á Tvøroyri fegnast tey um at virksemi veksur og at handilslívið trívist væl, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder