Innanlands

Soltin innsavning hjá Barnabata

Jóla- og stuðulskonsertin "Í menniksjum góður tokki", gav bara helvtina av upphæddini í fjør. Ein hálv millión kom inn

Christianskirkjan var karmur um jóla- og stuðulskonsertina

Christianskirkjan var karmur um jóla- og stuðulskonsertina "Í menniskjum góður tokki" (Skíggjamynd: KVF)

2023-12-04 19:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Barnabati sendi í gjár árligu jóla- og stuðuskonsertina "Í menniskjum góður tokki" í sjónvarpinum.

Men ikki eins nógv kom inn í stuðli í ár sum undanfarna ár. Í fjør kom upphæddin upp á eina millión krónur, men í gjárkvøldið var bara ein hálv millión savnað.

Tað upplýsti Djóni Eidesgaard, aðalskrivari, fyri Degi og viku í kvøld.

- Umsóknarblaðið hevur verið á netinum í tríggjar dagar, og har eru komnar einar 300 umsóknir, sum fevnir um umleið 600 børn, sigur Djóni Eidesgaard.

Í fjør fingu 760 børn jólahjálp. Freistin at søkja um jólahjálp frá Barnabata er 7. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder