Innanlands

Pisa: Afturgongd í øllum Norðurlondum

Føroysku Pisa-úrslitini verða kunngjørd kl. 12.30 – finn leinkið her

Frá First Lego League kappingini herfyri (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Frá First Lego League kappingini herfyri (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2023-12-05 11:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggjastu Pisa-royndirnar vísa afturgongd í kunnleikanum hjá skúlanæmingum í øllum Norðurlondum. Úrslitið av nýggjastu Pisa-kanningunum í 81 londum verða almannakunngjørd í dag. Kanningarnar vórðu gjørdar í 2022.

Úrslitið av føroysku Pisa-kanningini verður kunngjørt um middagsleitið.

Nýggjasta Pisa-kanningin í Danmark vísir, at 15 ára gomlu skúlanæmingarnir klára seg verri í lesing og støddfrøði, meðan støðið er stabilt í náttúrufakum, skrivar dr.dk.

Í støddfrøði fáa danskir næmingar 489 stig móti 509 stigum í 2018. Í lesing gongur støðið aftur frá 501 stigum í 2018 til 489 stig nú.

Danmarks Radio skrivar, at tað er afturgongd í øllum norðurlondum.

NRK skrivar, norsku úrslitini vísa afturgongd í øllum trimum fakunum. Her vísa úrslitini eisini, at munurin økist millum teir fakliga sterkastu og veikastu næmingarnar.

Í Føroyum verða úrslitið av Pisa-kanningunum kunngjørd í Kongshøll klokkan 12.30

Stroymt verður frá tiltakinum 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder