Samgonguflokkarnir høvdu gingið 14,2 prosent aftur, um val var í dag.
Tað vísir veljarkanning sum Spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið týskvøldið, og sum varð kunngjørd nú klokkan 18.
Veljarakanningin vísir, at Sambandsflokkurin hevði verið størsti flokkur, um val var í dag við níggju tingsessum og 28,1 prosentum. Hetta er ein framgongd í mun til kanningina, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin fyri mánað síðani, tá flokkurin fekk 24,2 prosent og átta tingsessir.
Teimum næst á baki kemur Fólkaflokkurin við 26,1 prosentum og eisini níggju tingfólkum. Í mun til kanningina fyri einum mánað síðani tá flokkurin fekk 29,5 prosent og tíggju tingsessir, er hetta ein afturgongd.
Javnaðarflokkurin fær ein lúsing frá veljaranum, og hevði farið niður á seks tingfólk, og missir harvið trý tingfólk, sambært kanningini.
(Mynd: Kvf.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald