Enn eitt navn er komið á plakatina hjá Tórsfest, tí í dag er kunngjørt, at føroyski fólkarokkbólkurin Hamradun verður millum mongu nøvnini, sum fara á pall í miðbýnum í Havn.
Hamradun gav sína fyrstu fløgu út í 2015. Tónleikur teirra ferðast í einum heimi av føroyskum sagnum og vísum, og kann bólkast sum fólkarokkur, tá hann er allarbest. Við teimum, eru Føroyar ríkaðar við einum kvæða- og vísurokk bólki, ið kemur at standa sum ein varði í føroyskari tónleikasøgu.
Forsangarin í Hamradun, Pól Arni Holm (Mynd: Jens Kr. Vang)
Bólkurin er mannaður av sera royndum harrum, sum hvør í sínum lagi hava verið virknir á føroyska tónleikapallinum í fleiri ár.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Frammanundan er greitt, at Rasmus Seebach, Nik Kershaw og Páll Finnur Páll spæla á Tórsfest, sum verður 22. juli 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald