Innanlands

Nógvur vindur í dag og í annaðkvøld

Hitin upp í 9 hitastig

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-02-12 14:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógvur vindur hevur verið í morgun, og veðurforsøgnin sigur frá nógvum vindi restina av degnum og í morgin.

Í dag er strúkur í vindi til hvassan vind av útsynningi vestan, millum 12 og 16 m/s. Eitt lítið æl uml. kl. 16 um 0,1 til 0,7 mm, og hitin restina av degnum millum 6 og 8 hitastig.

Í morgin veksur hann í vindinum sum dagurin gongur. Hann verður frískur vindur til skrið av útsynningi og útsynningi suðri, millum 8 og 22 m/s. Nakað av regni verður, serliga um morgunin, millum 0,1 og 1,5 mm. Hitin millum 7 og 9 hitastig.

Sí veðurforsøgnina hjá Portalinum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder