placeholder
Innanlands

Livar fyrireikar seg til nýtt kappabragd

Ætlar at rógva um Atlantshav í føroyskum báti – avtala gjørd við bátasmið

Bátasmiðurin og havrógvarin (Mynd: Jákup Jacobsen)

Bátasmiðurin og havrógvarin (Mynd: Jákup Jacobsen)

2019-02-12 17:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í farnu viku var Livar Nysted ein túr í Danmark. Ørindini vóru at fáa í lag eina avtalu við kenda føroyska bátasmiðin hjá Víkingasavninum í Roskilde, Hanus Jensen, um at smíða sær ein bát til eitt heilt serligt endamál.

Livar vil hava ein bát, sum hann kann rógva – einsamallur – tvørtur um Atlantshav úr Kanariuoyggjum til Antigua í Karibiahavi.

Livar er royndur havrógvari – hevur róð Atlantshav fleiri ferðir – men hesaferð vil hann royna tað einsamallur, tað hevur hann ikki roynt fyrr.

- Eg vil fegin royna at gera tað einsamallur. Ikki hava nakran annan at taka atlit til – bara vera saman við mær sjálvum. Einsemið verður størsta avbjóðingin.

[object Object](Savnsmynd: Finnur Justinussen)

Tokka til føroyska bátin
Men avbjóðingin verður ikki bara einsemið. Livar hevur valt at gera túrin í einum føroyskum árabáti. Ikki einum av nýmótans glastrevja- ella kolfipurbátunum, sum annars verða brúktir í dag.

- Teir eru so lættir, at tað er næstan líka mikið, um ein rør ella ikki, um rákið og vindurin er tann rætti, sigur Livar Nysted.

- Eg havi stóran tokka til føroyska bátin – hava róð líka síðan eg var smádrongur. Eg haldi, at havrógving er farin eitt sindur av sporinum, við tað at útgerðin er so specialiserað, at tað nærum ikki setir krøv til rógvararnar.

- Henda túrin fari eg ikki eftir at seta nakað met yvirhøvur, tí tað ber ikki til í einum føroyskum báti. Men eg vil fegin gera vart við føroyskt bátasmíð og Føroyar yvirhøvur við mínum túri, sigur Livar.

Sami sum smíðaði Dianu Victoriu
Sostatt kemur hann eisini at sita á bekki og rógva mest við yvirkroppinum, ístaðin fyri at sita í rullusetri, sum annars er vanligt nú á døgum.

- Um vit skuldu sett rullusetur í, so var spurningurin nokk hvussu nógv føroyskt var eftir, so tað hava vit ikki havt í tonkunum, sigur Livar Nysted.

Hanus Jensen er gitin bátasmiður. Tað var hann, sum bygdi Dianu Victoriu til Ova Joensen í áttatiárunum, tá Ove sigldi til Keypmannahavnar. Hanus hevur seinastu nógvu árini arbeitt sum bátasmiður í Roskilde, deils við at smíða kopi av víkingaskipum, men eisini føroyskar bátar, hann hevur í seinastuni staði fyri smíðing av tveimum teinæringum til víkingasavnið.

Les eisini: Nýbygdur føroyskur teinæringur flotaður í Roskilde 

Hanus fer væntandi undir at smíða bátin til Livar í mai mánaði, og væntandi verður hann so liðugur við teirri serútgerð, sum skal til slíka havrógving eftir einar 3-4 mánaðir.

Ætlanin hjá Livari er at setast við árarnar í Gran Canaria í januar 2020. Túrurin tvørtur um Atlantshav tekur væntandi millum 70 og 100 samdøgur.

[object Object](Mynd: Jákup Jacobsen)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder